At byggja bústaðir er ikki ein kommunal kjarnuuppgáva

At byggja bústaðir er ikki ein kommunal kjarnuuppgáva
Kommunal bústaðarbygging krevur heimild og tað er í útgangsstøðinum ikki ein kommunal kjarnuuppgáva at byggja bústaðir, millum annað tí privatur marknaður er fyri hesum
Mynd: Savn  
 
02.01.2025 - 18:57

Tað er í útgangsstøðinum ikki ein kommunal kjarnuuppgáva at byggja bústaðir, millum annað tí privatur marknaður er fyri hesum, og tí tað vanliga áliggur borgaranum at útvega sær hóskandi bústað.

Kommunufelagið fekk ein fyrispurning frá umsitingini í einum politiskum flokki. Spurt varð um í hvørjum lógum, tað er ásett, at kommunur ikki kunnu byggja bústaðir til onnur enn lesandi og eldri yvir 60 ár.

Skrivstovan hjá Kommunufelagnum vísti á, at hetta løgfrøðiliga vendi eitt sindur øðrvísi, enn spurningurin legði upp til.

Kommunufelagið sigur, at økonomisk tiltøk hjá kommunum skulu hava heimild. Hendan heimild er oftast at finna í lóg ella í sonevndu kommunalfulltrúini.                

Um kommunan skal skipa fyri ella taka lut í hesum virksemi, krevur tað tí serstaka lógarheimild. Slík heimild er fingin til vega í lóg um Húsalánsgrunnin (“Bústaðir”) og í lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. 

Hesar lógir geva kommununum heimild til ávíst virksemi innan bústaðarbygging - millum annað av tí slagi, sum spyrjarin vísti á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194