Landspolitikarar eiga ábyrgdina

Landspolitikarar eiga ábyrgdina
Lykilin til at hjálpa teimum fíggjarliga sperdu liggur í Løgtinginum og í Landsstýrinum - og ikki hjá okkum. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum
Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.  
 
03.01.2025 - 18:50

Fleiri samgongulimir hava seinastu tíðina skotið upp, at kommunurnar kunnu hækka botnfrádáttin fyri at lætta um hjá teimum lágløntu. Hesum er formaðurin í Kommunufelagnum tó ikki samdur í.

- Eg haldi, at hetta er at tveita ábyrgdina frá sær. Hetta er landspolitikarar sum ikki eru sína ábyrgd vaksnir og kasta ábyrgdina yvir til ein annan myndugleika, sum í grundini einki fær gjørt við hetta. Tí vit sita í einari støðu, har vit ikki kunnu flyta runt uppá tað, sum er neyðugt, fyri at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss fyri ein part av fólkinum sum hava brúk fyri at fáa hjálp uppá ein ella annan mátan. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.

Sirið Stenberg, landsstýrskvinna í almannamálum, skeyt upp at kommunurnar hækkaðu botnfrádráttin, tá hon var í Breddanum í desembur Hon segði tá soleiðis;

- Tað er neyðugt at taka tað upp við kommunurnar um skattin, tí okur røkka teimum miðal og lægri - men ikki allarlægstu inntøkunum við teimum skattabroytingunum, sum vit gera.

Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur somuleiðis víst á hetta sum ein møguleika - tað gjørdi hann í einum tíðindaskrivi um sama mundi. Ein áheitan, sum í fyrstu atløgu, ikki kemur so væl við hjá formanninum í Kommunufelagnum.

- Kommunurnar fáa ikki gjørt so nógv. Vit eru ikki lóggevar ella kunngerðarorgan. Lykilin er í Løgtinginum og Landsstýrinum. Hava tey ikki gjørt sítt? Sum tey sjálvi siga, so er tað fíggjað við at tað eru sett gjøld til somu fólk. Umfordeilingin er ikki at finna - tað gevur púrasta onga meining, sigur Torbjørn Jacobsen.

Tó er hann sinnaður at samráðast við Sirið Stenberg um málið, um hon røkkur hondina út til hann.

Hoyr innslagið her:
 

1717906
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533