Ræðuliga søgan um lítlu hon

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_uv_sending.tema.tpl.php
Ræðuliga søgan um Lítlu Hon 1. partur
12-01-2025
Ljóðmynd í sjey pørtum

Í barnaútvarpinum hoyra vit ljóðmyndina - Ræðuliga søgan um lítlu hon. Hetta er søga í sjey pørtum, sum Lena Ollmark hevur skrivað og Ása H. Ellefsen hevur týtt til føroyskt. Bókadeild Føroya lærarafelags gav út í 2021.
Søgan snýr seg um lítlu hon. Alt hon vil er at sleppa inn í koddarúmið og spæla við hini børnini. Men tey vilja bara lova henni við, um hon fyrst fer einsamøll uppá loftið í skúlanum. Og har siga tey, at tað spøkir..... men eru spøkilsi til?
Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina.
Vit vilja gera vart við, at søgan er ræðulig, óhugnalig og ótespilig, lurta um tú torir.

Ræðuliga søgan um lítlu hon

Hetta er søgan um Lítlu Hon. Alt, hon vil, er at sleppa inn í koddarúmið og spæla við hini børnini. Men tey vilja bara lova henni við, um hon fyrst fer einsamøll upp á loftið í skúlanum. Og har siga tey, at tað spøkir … men spøkilsi eru ikki til. Ikki ordiliga, ha? Hetta er ein ræðulig, óhugnalig og ótespilig søga. Men hon er eisini spennandi og stuttlig. Og hon endar lukkuliga. Í øllum førum fyri summi …

 

Søga í sjey pørtum, sum er at hoyra í barnaútvarpinum.