Breiðka vegin ímillum Skálabotn og Skipanes

Breiðka vegin ímillum Skálabotn og Skipanes
Articon skal gera fyrsta partin av arbeiðinum fyri 4,5 milliónir kr.
 
30.10.2013 - 14:20

Tað, sum er eftir at breiðka av landsvegnum millum Skipanes og Skálabotn, verður nú breiðkað.

Landsverk upplýsir, at leingi hevur verið ætlanin at breiðka landsvegin millum Skipanes og Skálabotn.

Pengar eru í fíggjarlógini í ár, so arbeiðið kann byrja.

Fyrsta og annað byggistig eru boðin út.

Articon eigur lægsta boð, sum er slakar 4,5 mió. krónur.

Fýra tilboð komu. Landsverk hevur gjørt sáttmála við Articon.

Arbeiðið skal vera liðugt næsta summar.

Teinurin er halvan annan kilometur.

Vegurin verður breiðkaður við at fylla upp niðanfyri, har hetta ber til, og í øðrum lagi at taka av lendinum omanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632