Skulu nú í holt við Talgildu Føroyar 2.0

Skulu nú í holt við Talgildu Føroyar 2.0
Uppskot er farið til hoyringar um at halda fram við at talgilda føroyska samfelagið. Vit hava spurt deildarstjóran í Talgildu Føroyum, hvørji næstu talgildu stigini vera
Samleikin og Vangin vórðu grundleggjandi súlur av fyrsta parti hjá Talgildu Føroyum. Nú er ætlanin at fara undir annan part, har tað millum annað skal gerast ein vangi til vinnulívið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
19.01.2025 - 18:48

Nógv stór fet eru tikin, síðan Talgildu Føroyar vórðu skipaðar á Føroya Gjaldstovu í 2015. Fyrsta heildarætlanin, sum hevði við talgilding av føroyska samfelagnum at gera, varð gjørd fyri tíðarskeiðið 2015-2020, og so varð ein nýggj heildarætlan gjørd fyri tíðarskeiðið 2023 til 2025.

Nú eru vit komin til 2025 og tí eru næstu fetini løgd í eina nýggja heildarætlan, sum fer víðari við teimum ætlanum, sum arbeitt hevur verið við higartil, og sum so eisini leggur nýggjar ætlanir afturat. 

Henda heildarætlanin skal ganga fyri tíðarskeiðið frá 2025 til 2027, men lógaruppskotið hevur fingið heitið uppskot til løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan fyri 2025 til 2027).

Eitt av teimum fyrstu heilt stóru málunum, sum Talgildu Føroyar loystu úr lagdi var Samleikin, sum í dag er innritingarskipan til peningastovnarnar og talgild undirskrivarskipan, og hon er nú fast inventar hjá 46.000 brúkarum, stendur at lesa í faldaranum, sum er gjørdur í sambandi við nýggju heildarætlanina og nýggju verklagslógina. 

Nógv tað mesta av tí, sum er gjørt higartil, vendir sær til tey privatu, men nú er ætlanin at gera meira við tann vinnuliga partin, sigur Nicolai Balle, sum er deildarstjóri í Talgildu Føroyum, ið enn er ein partur av Føroya Gjaldstovu.

Vit fingu orð á Nicolai Balle seinnapartin og fingu hann at seta orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum nýggja heildarætlanin snýr seg um.

20250119_Nicolai_Balle_01

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863