Vitlíki skal brúkast at síggja tekin um demens

Vitlíki skal brúkast at síggja tekin um demens
Vónin er, at vanligir eygnalæknar skulu kunna brúka nýggja vitlíkistólið aftrat vanligum eygnakanningum
Gongst sum ætlað, fer at bera til hjá optikarum at brúka vitlíkistólið longu næsta ár. (Savnsmynd)
 
21.01.2025 - 14:48

Skotskir granskarar arbeiða við at menna eitt vitlíkistól, sum kann brúkast til at síggja fyrstu tekin um minnissvinn, ella demens.

Tað skrivar BBC.

Tólið virkar soleiðis, at tað tekur eina mynd av nethinnuni í eyganum. Og við at brúka vitlíki til at greina blóðæðrarnar í eyganum kunnu granskarar so síggja tekin um sjúkuna, áðrenn nøkur sjúkueyðkenni eru farin at vísa seg.

Blóðæðrarnar í eygunum eru sera smáar og fínar, og tí kunnu tær vísa ymisk sjúkueyðkenni, áðrenn restin av kroppinum ger tað, verður sagt.

Vónin er, at vanligir eygnalæknar skulu kunna brúka nýggja tólið aftrat vanligum eygnakanningum, so tað kann bera til at staðfesta tekin um minnissvinn í góðari tíð.

Sum er finst eingin lekidómur fyri minnissvinn ella demens, men tað ber til at seinka sjúkuni við heilivági, um hon verður staðfest í nóg góðari tíð.

Granskararnir siga seg vóna, at ein prototypa av nýggja vitlíkistólinum verður klár seinni í ár, og at tað fer at bera til hjá optikarum at brúka tað sum í vanligum eygnakanningum longu í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533