Flogfar og tyrla stoyttu saman og endaðu í eini á

Flogfar og tyrla stoyttu saman og endaðu í eini á
Myndugleikarnir vilja ikki upplýsa, um bjargingarfólkini hava funnið nakran á lívi
Eftir samanstoytin endaðu bæði flogfarið og tyrlan í Potomac-ánni, har stórt bjargingararbeiði er.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2025 - 08:15

Eitt flogfar og ein hernaðartyrla rendu í nátt okkara tíð saman við Washington DC.

Talan var um eitt ferðafólkaflogfar hjá American Airlines við 60 ferðafólkum, umframt manningini, sum taldi fýra fólk. Trý fólk vóru við tyrluni.

Flogfarið og tyrlan rendu saman, tá flogfarið skuldi seta seg á Ronald Reagan-flogvøllinum. 

Tey fóru síðani í Potomac-ánna, har stór bjargingarroynd framvegis er.

Bjargingararbeiðið á Potomac-ánni verður tó darvað av veðri

Á tíðindafundi fyri løtu síðani vildu myndugleikarnir ikki upplýsa, um bjargingarfólkini hava funnið nakran á lívi.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

Vanlukka_DC


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Gudstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533