Fáa ikki fulla nyttu úr sildaavtaluni við Noreg

Fáa ikki fulla nyttu úr sildaavtaluni við Noreg
Sambært semjuni kann einki fiskast  eftir 1. februar - dagin eftir at kunngerðin varð lýst.
Jan Petersen er stjóri í felagnum Christiani í Grótinum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
10.02.2025 - 13:10

- Óhepnar ásetingar í sildaavtaluni gera, at vit ikki fáa eins nógva nyttu burtur úr avtaluni við Noreg, sum vit høvdu viljað.

Tað sigur Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, um strandarlandasemjuna millum Føroyar og Noreg, um at býta norðhavssildina.

Sambært semjuni kann einki fiskast  eftir 1. februar - dagin eftir at kunngerðin varð lýst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10022025_Jan_Petersen

 

 

Dennis Holm, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


 

Gjørt í samstarvi við Nótaskip

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at Fiskimálaráðið fekk at vita frá felagnum Nótaskip, at kunngerðin hevði ongan skund. Hann sigur, at tað, sum er gjørt í hesum málinum, er gjørt í samstarvi við felagnum Nótaskip.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm, sum var gestur í útvarpsstovuni:

 

10022025_Dennis_Holm

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928