Smíða nýggjan Havnarbát

Smíða nýggjan Havnarbát
Í løtuni leggur bátasmiðurin, Sámal Hansen, síðstu hond á nýggja Havnarbátin, sum verður at síggja í tíggjumannafarsróðrinum í summar
18.02.2025 - 09:33

Um mánaðarskiftið skal nýggi Havnarbáturin vera liðugur. 

Tað sigur bátasmiðurin Sámal Hansen, sum í hesum døgum leggur síðstu hond á níggja tíggjumannafarið hjá Havnar Róðrarfelag.

 - Tíggjumannafarið er flaggskipið hjá teimum flestu, og áhugin er stórur. Tí halda fólk kanska, at tíggjumannafarið er nakað serligt at byggja, men eg hugsi ikki, at tað er øðrvísi enn at byggja minni bátar, sigur Sámal Hansen.

Tað tekur kortini eitt sindur longri tíð. 250 tímar ímóti 200 til teir minnu bátarnar. Smiðurin, sum hevur smíða bátar í nærum 30 ár, leggur seg eftir at smíða teir so eins og gjørligt. 

Honum dámar væl, tá onkur nýggjur bátur vinnur í kappróðri.

 - Feløgini keypa nýggjan bát, og tað er eitt sindur spell, um bátarnir ikki klára seg væl. Bátarnir fáa ofta skyldina, um teir ikki vinna. Nú kennir mann tað frá sær sjálvum, mann hevur róð kapp, at tað var sjáldan galið við manningini. Tað var sum regul okkurt annað, sum var galið, smílist Sámal Hansen.

Hesin Havnarbáturin er hin triði, sum Sámal Hansen hevur smíða, og málið hjá manningini er fyrsta føroyameistaraheitið síðan 2008.

SÍ EISINI: Stevna ímóti føroyameistaraheitinum

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659