Kommunustýrislimir á skeiði í Reykjavík

Kommunustýrislimir á skeiði í Reykjavík
174 fólk eru í ferðalagnum, og skeiðið kostar 10.000 kr. fyri hvønn
174 fólk eru í ferðalagnum, sum fór til Reykjavíkar í gjáramorgunin. (Savnsmynd)
 
18.02.2025 - 08:38

Kommunustýrislimir eru í hesum døgum á skeiði í Reykjavík.

174 fólk eru í ferðalagnum, sum fór úr Vágum tíðliga gjáramorgunin.

Tað skivar jn.fo.

Endamálið við skeiðnum er at styrkja kommunustýrislimirnar sum kommunupolitikarar og geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, sum kommunurnar hava nú og í framtíðini.

Endamálið er eisini at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá politikaranum umframt løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting.  

Skeiðið kostar góðar 10.000 kr. fyri hvønn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162