Vagnur Mohr Mortensen fótbóltsavlamin

Vagnur Mohr Mortensen fótbóltsavlamin
HB-leikarin, Vagnur Mohr Mortensen, hevur spælt sín síðsta fótbóltsdyst
Stutt fyri hálvleik í dystinum millum HB og B36 verður Vagnur Mohr Mortensen koyrdur út á Landssjúkrahúsið. Skinnabeinið er brotið

31.08.2012 - 12:04

" Eg havi fingið at vita, at eg eri blivin fótbóltsinvalid! Um man skal taka tað positiva, kundi eg ikki fingið ein betri enda. Einaferð HB altíð HB"

Soleiðis skrivar HB-leikarin, Vagnur Mohr Mortensen, í dag á sínari Facebook-vangamynd.

Í dysti móti B36 mikukvøldið var hann so óheppin at koma skeivt í eina takkling, sum hevði við sær, at hann breyt skinnabeinið. Nú er staðfest, at hann kann ikki spæla aftur.

Vagnur Mohr Mortensen er 29 ára gamal. Hann hevur øll árini umboðað barndómsfelagið, HB. Dysturin móti B36 varð hansara nummar 156 í fremstu deildini. Umframt at hava umboðað fleiri ungdómslandslið, spældi Vagnur Mohr Mortensen eisini fýra dystir fyri A-landsliðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815