Bretland fer at brúka 2,5 prosent av BTÚ til verjuna

Bretland fer at brúka 2,5 prosent av BTÚ til verjuna
Keir Starmer, forsætisráðharri, sigur, at sum frá líður fer Bretland at játta meira enn 2,5 prosent, sum Nato-londini hava bundið seg til
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, lovar, at Bretland fer at brúka 2,5 prosent av BTÚ til verjuna í seinasta lagi í 2027.
 
25.02.2025 - 14:59

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur, sambært Reuters, at bretar røkka málinum um at brúka 2,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju fyri 2027.

- Hendan stjórnin fer undir størstu og varandi hækking av játtanini til verjuna, síðani kalda kríggið endaði, segði Starmer í bretska parlamentinum.

Sum frá líður ætlar Starmer, at Bretland fer upp um markið, sum Nato-londini hava bundið seg til, markið er 2,5 prosent.

- Vit fara eisini at seta okkum greið mál, um at játtanin til verjuna skal upp á trý prosent av BTÚ í næstu tingsetu, segði Starmer.

 

Skerjir stuåulsjáttan

Starmer skerjir samstundis stuðulsjáttanina úr 0,5 niður í trý prosent fyri at fíggja hækkaðu íløguna í verjuna.

Starmer legði aftrat, at stjórnin fer at leggja fram endaligu ætlanina um trygdina hjá bretsku tjóðini fyri Nato-toppfundin, sum verður í juni.

Hósdagin fer bretski forsætisráðharrin at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu húsunum. 

 

Friðarvarðveitandi deild

Trump hevur lagt trýst á fyri at fáa lond í Evropa at hækka játtanina til verjuna. Hann hevur sagt, at játtanin eigur at vera upp ímóti fimm prosentum av BTÚ.

Starmer hevur eisini sagt seg vera sinnaðan at senda bretskar hermenn til eina friðarvarðveitandi herdeild í Ukraina í sambandi við eina møguliga friðaravtalu, men við tí treyt, at amerikanarar veita teimum trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303