Morgunkórið - ein verkætlan, sum ikki vildi enda

Morgunkórið - ein verkætlan, sum ikki vildi enda
Kórið, sum Morgunsendingin í útvarpinum tók stig til í 2015, verður ofta nevnt Føroya glaðasta kór.
 
27.02.2025 - 10:16

​Alt byrjaði í Kaffihúsinum í Havn ein fyrrapart fyri 10 árum síðani, tá Morgunsendingin stílaði fyri hugaroki. Endamálið var at finna nýggj konsept til sendingina.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum var í toyminum tá, segði brádliga: - Hví ikki stovna eitt nýtt kór?

Tankin var loftaður og soleiðis mentist hugskotið um Morgunkórið.

Verkætlanin snúði seg um at gera eitt kór við púra óroyndum sangarum og geva teimum møguleika at venja við kórleiðara í 12 vikur. Finalan skuldi vera konsert i Kringvarpinum.

Sigrið Sivertsen var spurd, um hon hevði hug at royna. Hon hugsaði um fyrispurningin eina nátt og tók síðani av.


- Um eg haldi okkurt vera stuttligt, dugi eg so illa at siga nei. Sigrið Sivertsen hevur leitt Morgunkórið í 10 ár

 

Undirtøkan var sera góð. Fleiri enn 100 sangarar møttu upp á Reinsarínum, har fyrsta venjingin var.

Kórleiðarin ásannar, at hetta var ein rættiliga stór uppgáva, tí tey flestu høvdu ógvuliga avmarkaðar sangroyndir.

Tey vóru tó ágrýtin og hugað at læra, og tí gingu venjingarnar væl.

12 vikur seinni var vælfagnað konsert hildin í Kringvarpinum. Stúgvandi fult av fólki var komið saman at uppliva sangglaðu amatørarnar, og semja var um, at tey høvdu tikið seg nógv fram.

Nú var verkætlanin í grundini liðug, men tað gjørdist skjótt greitt, at morgunsangararnir als ikki høvdu hug at gevast.

Sigrið Sivertsen hevði fleiri aðrar bóltar í luftini, men kortini játtaði hon at halda fram.

Nú, 10 ár seinni, syngja tey framvegis, Enn sum áður er sanggleði og felagsskapur tað, ið ger, at tey hugagóð hittast hvørja viku í Skúlanum við Løgmannabreyt.


Malan Jógvansdóttir er ein av upprunalimunum. - Kórið hevur givið mær eitt nýtt lív, sigur hon. - Eg eri blivin glað og havi fingið góðar vinir.

 

Hóskvøldið eftir Dag og viku sendir Kringvarpið nýggjan heimildarfilm um Morgunkórið. Har fylgja vit teimum í venjingunum fram ímóti 10 ára hátíðarkonsertini á Finsen.

REY04228_REYP_Morgunkorid_2025

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846