Grindavík: Altingið fer nú at taka støðu til stuðulsskipanirnar

Grindavík: Altingið fer nú at taka støðu til stuðulsskipanirnar
Skipanirnar fara úr gildi í næsta mánaði
Tey, sum búgva í Grindavík, hava fleiri ferðir verið noydd at rýma úr býnum, og undirstøðukervið í býnum hevur fingið skaða av rivum í lendinum og av gosbræðing. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 10:13

Íslendska altingið fer í næstum at taka støðu til eina røð av stuðulsskipanum í sambandi við jarðskjálvtarnar og eldgosini, sum hava hótt undirstøðukervið og lívsgrundarlagið í Grindavík.

Sjey eldgos og nógvir harðir jarðskjálvtar hava verið í økinum á Suðurnesi í útsynningspartinum av Íslandi síðani november 2023. Seinasta eldgosið endaði í desember fjør. 

Og næsta eldgosið er á gáttini. Tað fer helst at goysa aftur í næstum, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Tey, sum búgva í Grindavík, hava fleiri ferðir verið noydd at rýma úr býnum, og undirstøðukervið í býnum hevur fingið skaða av rivum í lendinum og av gosbræðing. 

 

Fíggjarligur stuðul

Undanfarna stjórnin í Íslandi bjóðaði teimum 3.600 íbúgvunum fíggjarligan stuðul, eitt nú til at flyta aðrastaðni at búgva, men eisini hjálp til at rinda lán og aðrar útreiðslur til ognir, og stuðul til virkir og fyritøkur, sum eru eftir í Grindavík.

Men stuðulsskipanin endar síðst í næsta mánaði.

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, sigur við íslendska kringvarið, at stjórnin fer at meta um framtíðina hjá sjálvum býnum, og fer eisini at tosa við útlendskar serfrøðingar um málið. Avgerð um fíggjarligan stuðul til húsaeigarar og fyritøkur verður tikin heilt skjótt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325