Virksemið á viðgerðarstovnunum skal lýsast

Virksemið á viðgerðarstovnunum skal lýsast
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur svarað fyrispurningi frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni
Heilbrigdi er ein av teimum trimum viðgerðarstovnunum.
 
05.03.2025 - 08:51

Verandi virksemið hjá teimum trimum viðgerðarstovnunum, Blákrossheiminum, Heilbrigdi og Frælsi, skulu lýsast.

Endamálið við tí er at fáa at vita, hvørji tilboð stovarnir hava.   

Í hesum arbeiði fáa viðgerðarstovnarnir millum annað høvi at greiða frá um misbrúksøkið, har tilboð ikki eru.  

- Tá hetta er gjørt, fari eg, saman við viðkomandi pørtum, at taka støðu til, hvussu vit skipa tilboðini,  so vit støðugt kunnu menna tilboðini um viðgerð og eftirviðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. 

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann.

Hann spurdi um tilmælini í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni.

Les svarið her.

 

58 tilmæli

58 tilmæli eru í heildarætlanini. 

Nøkur teirra eru sett í verk. Millum annað fær "Títt rúm" fleiri pengar nú, í ár 2,6 mió. kr. Og Heilsustýrið hevur fingið fleiri pengar til fólkaheilsuátøk.

Arbeitt verður støðugt við at seta í gildi nýggjar og dagførdar kunngerðir um euforiserandi evni, rúsevni. 

Nýggjasta kunngerðin kom 15. februar í ár.

Tað málsøkið er danskt, so kunngerðirnar vera í samstarvi millum Indenrigs- og Sundhedsministeriet og Heilsumálaráðið, sigur landsstýriskvinnan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373