Danir vilja ikki rinda fyri føroyingar í DIS

Danir vilja ikki rinda fyri føroyingar í DIS
Í fjør fingu føroyingar, sum sigla við skipum í DIS, 148 mió. kr. í hýru. Men eingin skattur verður goldin í Føroyum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Reimundi Langaard, løgtingsmanni
 
06.11.2013 - 11:38

Landsstýrið hevur til fánýtis gjørt fleiri royndir at fáa pengar frá Danmark fyri føroyingarnar, sum sigla við skipum í DIS, donsku altjóða skipaskránni. Sum er fáa hvørki landskassin ella kommunurnar eina krónu av hýruni hjá føroyingum, sum eru við DIS-skipum.

Í fjør vóru stívliga hálvt fjórða hundrað føroyingar við DIS-skipum. Teir fingu 148 mió. kr. í hýrum. Samhaldsfasti fekk tvær milliónir krónur frá teimum. Men skattur var eingin í Føroyum. Áðrenn DIS kom, fingu Føroyar pengar frá Danmark fyri føroyingar, sum vóru í danska handilsflotanum. Í 1986 til dømis flutti danski staturin Føroyum 11,6 mió. kr., sum var skatturin hjá føroyingunum.

Royndu at fáa endurgjald

Tá DIS so kom, royndu føroyskir myndugleikar at fáa endurgjald fyri mista skattin við tí grundgeving, at DIS var ein stuðul til danska handilsflotan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Reimund Langgaard, løgtingsmann.

Hesin stuðul kom í seinasta enda danska statinum til góðar. Føroyar fingu endurgjald fyrsta árið, men hava síðan einki fingið, hóast spurningurin fleiri ferðir er reistur, seinast á fundi í september í fjør millum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og táverandi danska skattamálaráðharran, Thor Møger Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610