Terji Beder tikið sæti á Løgtingi

Terji Beder tikið sæti á Løgtingi
Hans Jacob Thomsen er í farloyvi hesa vikuna, og í hansara stað er komið Terji Beder, ið fyrstu ferð tekur sæti á løgtinginum
Terji Beder og Magna Eliana Mørkøre úr Javnaðarflokkinum eru tvey nýggj andlit, ið eru at síggja í løgtinginum
 
11.03.2025 - 10:00

Tað vóru tvey nýggj andlit at síggja hjá í løgtinginum í gjár, tá javnaðarumboðini Terji Beder og Magna E. Mørkøre tóku sæti sum varafólk á tingi.

Hetta er fyrstu ferð, at fuglfirðingurin Terji Beder situr í Løgtinginum.

Hann er 33 ár, arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Havn.

Terji Beder fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.  

Terji Beder er varafólk fyri Hans Jacob Thomsen hesa vikuna.

Magna Eliana Mørkøre er í Løgtinginum allan marsmánaða sum varafólk fyri Ingilín D. Strøm, sum er í farloyvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558