Málverjin: Risavónbrot

Málverjin: Risavónbrot
Eitt risavónbrot. Tað kallaði málverjin Mattias Lamhauge ósigurin fyri Montenegro, sum avgjørdi HM-undankappingardystin í allarseinastu sekundunum
25.03.2025 - 22:19

Null stig á kontuni. Tað er nakni veruleikin eftir tveir teir fystu dystirnar í hesi HM-undankappingini. 

Í Kekkia javnaði Gunnar Vatnhamar, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla, men Kekkia avgjørdi bert tveir minuttir seinni, og í Montenegro var tíðin í roynd og veru farin, tá Edvin Kuc skoraði til 1-0 við seinasta sparkinum í dystinum.

 - Tað verður ikki nógv verri enn hetta. Vit kundu faktiskt komið heim við tveimum javnleikum ímóti tveimum sera sterkum liðum, men veruleikin er, at vit koma heim við null stigum, segði málverjin Mattias Lamhauge, sum spældi sín fyrsta landsdyst undir nýggja venjaratoyminum.

Hann var væl nøgdur við verjuspælið ígjøgnum dystin, men helt ikki, at spælið í seinna hálvleiki var nóg gott. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809