Lesandi: "Vit hava eisini ábyrgd at skapa góðan trivnað"

Lesandi: "Vit hava eisini ábyrgd at skapa góðan trivnað"
Umleið annarhvør lesandi, sum fór undir eina bacehelor-útbúgving á Setrinum í árunum 2010 til 2020, fekk aldrin prógv. Hví er fráfallið so stórt? varð spurt í Breddanum
27.03.2025 - 12:05

Umleið annar hvør lesandi, sum byrjaði eina bachelor-útbúgving á Setrinum í árunum 2010 til 2020 bleiv liðugur við útbúgvingina. 

Restin steðgaði, áðrenn tey komu so langt. 

Tað vísa hagtøl hjá Setrinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. 

2.400 lesandi fóru undir bachelor-lestur hesi árini á Setrinum. 1.277 av teimum hava fingið prógv í dag. 

Tað er 53 prosent. 

Um hugt verður eftir teimum einstøku árunum, so sveiggjar talið av teimum, sum hava fingið prógv, millum 44 og 59 prosent. 

 

Lærarar og námsfrøðingar skilja seg burturúr

Tað eru tó tvær útbúgvingar, sum av álvara skilja seg úr rúgvuni, tá hugt verður eftir tølunum. 

Lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar. 

Av teimum 399 lesandi sum byrjaðu upp á fólkaskúlalæraraútbúgvingina blivu 70 prosent liðug, meðan 81 prosent av teimum 436, sum byrjaðu at lesa til námsfrøðing, eru liðug. 

Um tølini av námsfrøðingum og lærarum - sum hála miðaltalið upp - verða skilt frá restini, so eru tað einans 41 prosent av teimum, sum fóru undir lesnað á Setrinum hesi árini, sum fullførdu hann.

 

Umstøðurnar eru trupulleikin

Meðan tað er ringt at siga júst hví so fá gera útbúgvingina lidna, so kunnu onkrar ábendingar fáast frá trivnaðarkanningunum, sum Setrið letur gera. 

Í henni frá 2023, har 65 prosent av teimum lesandi luttóku, síggjast ábendingar um, at tað ikki er sjálvar útbúgvingarnar, men umstøðurnar, sum eru trupulleikin. 

Í kanningini svaraðu 87 prosent, at tey vóru yvirhøvur væl nøgd við sína útbúgving. 

85% søgdu seg trívast væl á útbúgvingini, men 39% søgdu seg hava umhugsað at gevast. 

Men kanningin vísti, at lesandi eru ónøgd við fysisku rammurnar.

Bara 40% mettu, at hølini til undirvísingina vóru egnað til endamálið, meðan 49% vóru nøgd við fysisku karmarnar á sínum undirvísingarstaðið. 

 

Fíggjarligu viðurskiftini eisini ávirkan

Tað eru ikki bara fysisku rammurnar, sum elva til eina misnøgd. Eisini fíggjarligu viðurskiftini spæla inn.

22% av teimum, sum høvdu umhugsað at gevast, søgdu, at fíggjarstøðan var fremsta grundin. 

Og ein kanning, sum Setrið og Ráð teirra lesandi gjørdu í 2024 stuðlar hesum. 

Av teimum spurdu svaraðu umleið helvtin, at tey klára seg akkurát fíggjarliga, meðan umleið 18% søgdu seg oftast hava undirskot. 

Einans 7,5% siga, at fíggingin frá Studna nøktar teirra tørv.

 

Hvat: Breddin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týs-, hós- og fríggjadag kl. 10, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595