Nærum helvtin gavst við lestrinum á Setrinum

Nærum helvtin gavst við lestrinum á Setrinum
Frá 2010 til 2020 góvust 47 prosent av teimum, sum fóru undir bachelorútbúgving. Men støðan er ikki so galin kortini, heldur rektarin
Martin T. Zachariasen er rektari á Fróðskaparsetrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.03.2025 - 14:09

Umleið annar hvør lesandi, sum fór undir bachelor-útbúgving á Fróðskaparsetrinum í árunum 2010 til 2020, bleiv ongantíð liðugur við útbúgvingina.

Tað vísa hagtøl hjá Setrinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. 

2.400 lesandi fóru undir bachelorlestur hesi árini á Setrinum. 1.277 av teimum hava fingið prógv.

Tað eru 53 prosent. 47 prosent góvust.

Um útbúgvingarnar í gamla læraraskúlanum - fólkaskúlalærari og námsfrøðingur - ikki verða taldar við, vóru tað bara  41 prosent av teimum, sum fóru undir lestur hesi árini, sum tóku prógv.

Tað vil siga, at seks av 10 blivu ikki liðug. 

Martin T. Zachariasen, rektari á Setrinum, segði í Breddanum fyrrapartin, at talið er í lægra lagi, men kortini er støðan ikki so galin:

 

27032025_Martin_1

 

Rektarin vísir eisini á, at fráfallið vísir ikki, um lesandi taka lesturin upp aftur seinni:

 

27032025_Martin_2

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655