- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndlist í Føroyum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Myndlist í Føroyum (11:11)
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
Seinasta sendingin í røðini um myndlist í Føroyum snýr seg einamest um skulpturar. Tita Vinther, ið er ættað úr Finnlandi, hevur sett seg væl inn í ta ríku føroysku ullmentanina. Í 1985 vav hon sín stóra skulptur taraskógur, ið er settur saman av 8 lutum. Tann holla handverksliga vitanin gevur verkum hennara eina virðismikla heild, har tilfarið kemur til sín rætt. Tita nýtir føroyskt tógv og litar tað við plantulitum. Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, báðir úr Havn, eru tveir av okkara fáu myndahøggarum. Hans Pauli Olsen er útbúgvin á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á kunstakademiinum í Keypmannahavn, har ein av lærarum hansara var gitni danski professarin Bjørn Nørgaard. Hans Pauli Olsen arbeiðir fyrst av øllum vi...

Myndlist í Føroyum
Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi