Vilja vinna á Moldova

Vilja vinna á Moldova
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar vilja hava øll stigini, tá Moldova vitjar á Tórsvølli í morgin í 3. umfari av Nations League
Jóhanna Thomsen / FSF
Føroyar vilja hava øll stigini ímóti Moldova fríggjadagin
03.04.2025 - 15:21

Gott lag, gott veður og góðar vónir til gott úrslit á Tórsvølli fríggjadagin, tá bestu føroysku fótbóltskvinnurnar taka ímóti Moldova í 3. umfari av Nations League.

 - Hetta er ein góður hópur at vera partur av. Bæði spælarar og leiðarar eru við, og øll hugna sær, og eg rokni við, at tað fer at síggjast á vøllinum, at vit gleða okkum ræðuliga nógv at spæla dyst í Føroyum, sigur miðverjin, Birita Ryan.

 - Málið er, at vit vinna dystin. Tað er nokk málið hjá Moldova eisini.

 - So vit fara at vita, um vit klára at útnytta styrkirnar hjá okkum og onkrar av teimum veikleikunum hjá teimum. Og vera djarvar, stoltar og tora at spæla, og so mugu vit síggja, hvussu nær vit koma, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen.

 

Mugu bøta um spælið

Heimadystirnir ímóti Moldova í morgin og Gibraltar týsdagin eru nummar trý og fýra hjá Føroyum í hesi Nations League-kappingini.

Í februar taptu Føroyar 3-0 fyri Slovakia, áðrenn tað eydnaðist at vinna 1-0 á Gibraltar. Landsliðsvenjarin staðfestir, at føroyingarnir mugu bøta um spælið, sum ikki var nøktandi, hóast øll trý stigini komu til høldar ímóti Gibraltar.

 - Vit høvdu eitt okey umfar í februar, har vit høvdu eitt fínt avrik í Slovakia, og vit vunnu ímóti Gibraltar, men tað er nógv, vit ikki vóru nøgd við. Spælið við bóltinum skal vera betri. Vit skulu vera tryggari og djarvari við bóltinum, so vit kunnu útnytta tað plássið, sum verður tøkt, sigur Pætur Smith Clementsen. 

Undan dystinum liggja liðini ájøvn á stigatalvuni við trimum stigum í part. Moldova tapti 1-0 fyri Slovakia og vann eins og Føroyar 1-0 á Gibraltar.

Dysturin millum Føroyar og Moldova er klokkan 17.00 fríggjadagin. Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo frá klokkan 16.45.

(MYND: Jóhanna Thomsen / FSF)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493