Eykarokningin endar hjá ferðavinnuveitaranum

Eykarokningin endar hjá ferðavinnuveitaranum
Tað er komið dátt við hjá ferðavinnuveitarum, at Strandferðslan hevur kunngjørt nýggjar ferðaseðlaprísir, sum longu koma í gildi týsdagin
Ferðafólk, sum ætla sær til Føroya í summar, hava longu goldið fyri sínar ferðir. Tí endar eykarokningin fyri hækkingina av ferðaseðlaprísum við Strandferðsluni hjá ferðavinnuveitaranum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 18:00

- Tað ber ikki til at krevja av ferðafólkum, sum longu hava goldið fyri sínar ferðir í summar, at tey eisini skulu gjalda eykakostnaðin av ferðaseðlaprísum. Tann rokningin endar tí hjá veitaranum.

Tað sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum er ferðavinnuveitari í Mykinesi. 

 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

 

Tað kom dátt við hjá ferðavinnuveitarum, at Strandferðslan mánakvøldið kunngjørdi nýggjar ferðaseðlaprísir at koma í gildi longu eina viku seinni, tað er týsdagin í næstu viku.

Eitt er hækkingin í ferðaseðlaprísum, men enn ber heldur ikki til at keypa ferðaseðlar út í Mykines í summar gjøgnum bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni, sigur  Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04042025_Ferdavinna_og_prisir

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858