Løgmaður: Langsiktað er tunnilin betri

Løgmaður: Langsiktað er tunnilin betri
- Um man hugsar 50 ár fram í tíð ella longri enn tað, so er eingin ivi um, at tunnilin er tann besta íløgan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Løgmaður skipaði fyri kunningarfundi í Tinganesi í gjár um Suðuroyartunnilin. Fundurin var fyri tingfólkini, so tey fingu meira vitan um tað risastóru verkætlanina, sum er so nógv tann størsta í føroyskari søgu, tá hon fer í gongd
Mynd: Bárður Lydersen  
 
04.04.2025 - 21:10

Kjakið um Suðuroyartunnilin er so heitt, sum tað nakrantíð hevur verið.

Fyrr í dag kjakaðust Teitur Samuelsen, stjóri í pf. Suðuroyartunlinum, og Kristian Stórhamar, sum er limur í privata tunnilsbólkinum, og sum hevur verið við til at gera allar hinar undirsjóvartunlarnar, sum eru í Føroyum, um evnið, og har kom fram, at privati tunnilsbólkurin mælir til at bíða við at samtykkja uppskotið, sum liggur í Løgtinginum nú til tað er kannað til botns, hvat rætta uppskotið er.

Privati tunnilsbólkurin heldur millum annað, at tað kann bera til at gera tunnilin skjótari lidnan við at velja eina øðrvísi loysn, sum er longri, men sum fer upp í Skúgvoy, tí tað kann tá borast úr trimum støðum í senn. Og tað styttir arbeiðið við tveimum árum, sigur privati bólkurin. Tunnilsfelagið heldur tó uppá, at valda linjan er tann rætta og vísir á sínar ráðgevar.

Í einum øðrum kjaki siga bæði Búskaparráðið og Landsbankin, at tað fíggjarliga ikki er ráðiligt at fara undir Suðuroyartunnilin beint nú, tí føroyski búskapurin hevur stórar haldføristrupulleikar, sum mugu loysast fyrst.

Í gjár skipaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri kunningarfundi, har hann gav tingfólkunum alla ta kunning, sum tey vildu hava, og tey fingu eisini ein drúgvan teldupost frá privata tunnilsbólkinum, sum arbeiðir við alternativum uppskotum um Suðuroyartunnilin. Privati tunnilsbólkurin var ikki boðin við á fundin.

Mitt ímillum standa suðuroyingar, sum - í øllum førum tey flestu - vilja hava ein tunnil, ongantíð ov skjótt.

Í tíðindunum á nátturða í kvøld hevði Kringvarpið eina samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, um hansara sjónarmið, og har segði hann, at verður hugt langt fram í tíð, 50, ella 60 ár, so er hann ivaleysur um, at tunnilin er rætta loysnin. Spurningurin er bara, um hann skal gerast nú, tí verður hann gjørdur nú, so má nógv annað bíða, segði løgmaður og vísti millum annað á nýggja vaktar- og bjargingarskipið, sum má bíða, á tjóðpallin og á aðrar tunlar, sum liggja í kortunum longu nú.

 

Trýst á leinkið niðanfyri, fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1736207

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491