Kimaðu við kirkjuklokku á miðjari nátt

Kimaðu við kirkjuklokku á miðjari nátt
Ungfólk í Bergen, sum helst vóru ávirkað av rúsdrekka, vóru farin inn í kirkjuna og kimaðu við kirkjuklokkuni á nátt.
 
06.04.2025 - 10:39

Húsvørðurin í Johanneskirkjuni í Bergen noyddist undan dýnuni í nátt, tí ungfólk, sum helst vóru ávirkað av rúsdrekka, vóru farin inn í kirkjuna og kimaðu við kirkjuklokkuni. 

Klokkan kimaði í slakan tíma, áðrenn húsavørðurin kom á staðið og sløkti kimingina, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í Bergen, Dan Erik Johannessen, við Bergens Tidende.

Hann heldur, at nógvir grannar eru vaknaðir av hesum. 

Umvælingararbeiði er í gongd, og byggipallur var kring kirkjuna, sum er í miðbýnum í Bergen, og ungdómurin er sloppin inn í kirkjuna við at klíva upp á pallarnar.

Seks fólk ringdu til løgregluna og boðaðu frá ganginum, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952