Einki eldraráð í Havn í hesum valskeiðnum

Einki eldraráð í Havn í hesum valskeiðnum
Býráðið samtykti 19. september í fjør at endurskoða leistin hjá eldraráðnum, áðrenn nýtt val verður.
Kristianna Winther Poulsen er forkvinna í í heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar býráð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.04.2025 - 11:17

Einki eldraráð er í Tórshavnar kommunu í hesum valskeiðinum, sum byrjaði á nýggjárinum. 

Valið skuldi annars vera 11. oktober í fjør.

Men bara trý fólk stillaðu upp. Veljast skuldu fimm.

Valið var av ongum.  

 

Endurskoða leistin

Býráðið samtykti 19. september í fjør at endurskoða leistin hjá eldraráðnum, áðrenn nýtt val verður.

Kristianna Winther Poulsen, sum er forkvinna í heilsu- og eldranevndini hjá býráðnum, sigur, at arbeitt verður við málinum.

Tað arbeiðið verður væntandi liðugt í mai.

Eldraráðið kom í 2006. Endamálið hjá eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum um eldrapolitikk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846