Árni Frederiksberg leikbann í trimum dystum

Árni Frederiksberg leikbann í trimum dystum
Tað hevur Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum avgjørt
 
11.04.2025 - 12:40

Árni Frederiksberg hevur fingið leikbann í trimum dystum. 

Tað skrivar Norðlýsið

Aganevndin hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum, eftir at EB/Streymur sendi klagu til FSF fyri eina hending í dystinum millum KÍ og EB/Streym tann 30. mars.

Videoupptøkur frá dystinum vísa, at Árni Frederiksberg hjá KÍ tók upp undir rørarnar á Meinhardi Geyta hjá EB/Streymi, sum svaraði aftur við at sparka Árna Frederiksberg niður. 

Dómarin gav Meinhardi Geyti reyða kortið, men Árni Frederiksberg fekk onga revsing - í fyrstu syftu. 

Men Aganevndin hevur nú gjørt av, at Árni Frederiksberg fær leikbann í tríggjar dystir, og at tað fær virknað beinavegin.

Tað merkir, at Árni Frederiksberg ikki verður við í dystunum móti Víkingi, HB og B36, skrivar Norðlýsið.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at felagið hevur ongan úrskurð fingið um málið um Árna Frederiksberg, og so leingi sum felagið ikki hevur fingið kunning um málið, hevur hann onga viðmerkingar.

FSF sigur, at úrskurðurin er sendur til KÍ, og at úrskurðurin verður lagdur á heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum nú tíðliga seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329