Nýggj smoltstøð í Skálavík

Nýggj smoltstøð í Skálavík
Bakkafrost byggir í løtuni nýggja smoltstøð í Skálavík, sum liður í ætlanini at menna alingina á landi. Endamálið er, at smoltið er størri, tá tað verður slept á sjógv.
15.04.2025 - 19:48

Nýggja smoltstøðin, sum eftir ætlan skal standa klár í seinnu helvt av 2026, verður staðsett í Skálavík.

Talan er um eitt stórt anlegg, har samlaða støddin á smoltstøðini fer at vera áleið 28.600 rúmmetrar.  

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at ala laksin longri á landi, so vakstrartíðin í sjónum verður stytt. Hetta skal gera framleiðsluna meira effektiva og tryggja, at smoltið er størri og sterkari, tá tað verður sett út í havið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904