Nógv fleiri kvinnur enn menn arbeiða hjá tí almenna

Nógv fleiri kvinnur enn menn arbeiða hjá tí almenna
80 prosent av teimum 500, sum komu á arbeiðsmarknaðin frá mars í fjør til mars í ár, arbeiða hjá tí almenna
Fleiri menn enn kvinnur arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara.
 
23.04.2025 - 06:37

80 prosent av teimum 500, sum komu á arbeiðsmarknaðin frá mars í fjør til mars í ár, arbeiða hjá tí almenna.

Og tá eru kvinnur í stórum meiriluta.

Tær eru 341.

400 fleiri arbeiða hjá tí almenna nú, tað er hjá almennum stovnum ella almennum partafeløgum.

29.834 fólk vóru á arbeiðsmarknaðinum í mars, 1,7 prosent fleiri enn í mars í fjør.

Vøksturin viknaður

Talið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður, skrivar Hagstovan.

Í mars vóru 15.214 menn og 14.620 kvinnur á arbeiðsmarkaðinum.

Í mars arbeiddu 56 prosent hjá privatum arbeiðsgevara.

74,2 prosent av monnunum gjørdu tað.

62,6 prosent av kvinnunum arbeiða hjá tí almenna. 

Hagtølini eru um fólk, sum eru 13 ár ella eldri og fáa A-skattaða løn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207