Sev slakar 50 milliónir í avlopi

Sev slakar 50 milliónir í avlopi
Úrslitið eftir skatt hjá Sev í fjør var 48,4 mió.kr., eitt sindur minni enn í 2023
Vindmyllur í Porkeri.
Mynd: SEV  
 
29.04.2025 - 09:42

Streymsølan setti met. Hon var 4,8 prosent størri enn í 2023. 

Serliga alivinnan og húsarhaldini keyptu meira streym.

Burðardygga framleiðslan setti eisini met í fjør. Tó at burðardygga framleiðslan gjørdi, at Sev brúkti 4.000 tons minni olju, minka útreiðslurar ikki tilsvarandi. 

Sev brúkti 215 mió.kr. til olju í fjør, 2,2 milliónir minni enn í 2023. Tað er tí, at umhvørvisavgjaldið hækkaði í 2024.  Umhvørvisgjaldið kostaði slakar 40 mió.kr.

Sev keypti streym frá øðrum fyri góðar 60 mió. kr. í fjør, fyri góðar 20 milliónir meira enn í 2023. Sev gjørdi íløgur fyri 343 mió.kr. í fjør.

Nevndin og stjórn eru nøgd við úrslitið og fíggjarligu støðuna hjá Sev. Nevndin væntar, at úrslitið í ár verður tað sama í fjør. Eingin príshækking er ætlað í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262