Prísvøkstur dýrkar virksemið í nýggjum búfelagsskapi á Toftum

Prísvøkstur dýrkar virksemið í nýggjum búfelagsskapi á Toftum
Landsstýrismaðurin í almannamálum vísir aftur, at orsøkin til eina eykajáttan til búfelagsskap á Toftum er tí byggingin av felagsskapinum ikki hevur gingið sum hon skuldi
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, var herfyri og vitjaði nýggja búfelagsskapin á Toftum
 
07.05.2025 - 17:17

Í farnu viku samtykti løgtingið eina eykahjáttan til Almannaverkið á 1,5 milliónir krónur, so at farast kundi undir virksemi í nýggja búfelagsskapinum á Toftum.

"Orsøkin er prísvøkstur," sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum.

Bygningurin á Toftum er um at vera liðugur, og verður avhendaður Almannaverkinum 1. august.

Búfólkini kunnu eftir ætlan byrja at flyta inn í september.

Talan er um 18 íbúðir til fólk við sálarsjúku og autismu, umframt felagshølir, sum Bústaðir útvegar Almannaverkinum. 

 

Ískoyti til leigu

Landsstýrismaðurin vísir aftur, at orsøkin til, at eykajáttan er neyðug er, at byggingin ikki hevur gingið, sum hon skuldi.

Ein partur av eykajáttanini skal brúkast til eitt ískoyti til leiguna.

Og ein annar partur skal brúkast til starvsfólk, sum skulu vera til taks hjá búfólkunum
 

INNSLAG_Eirikur_i_Jakupsstovu_eykajattan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531