VIKUKJAKIÐ: Vissa um EM-endaspæl í óvissari tíð

VIKUKJAKIÐ: Vissa um EM-endaspæl í óvissari tíð
Regin Marnersson og Malan á Dunga kjakaðust um vikuna, ið fór
 
10.05.2025 - 12:24

EM-endaspæl og óvissa vóru vikuorðini, sum vikukjakararnir Malan á Dunga og Regin Marnersson, valdu hesa vikuna.

Í vikukjakinum kjakast vit millum annað um, hví færri fólk keypa sær elbil í ár enn í fjør, um tað er rætt at taka sertreytirnar fyri elbilar burtur, og um landið skal stuðla grønum loysnum enn meira.
Vit viðgera lógaruppskotið um hjálp til barnloysi, sum bleiv samtykt í síðstu viku, og sum staðfestir, hvør kann fáa hjálp frá tí almenna til at fáa børn - har ímillum kunnu stakar kvinnur nú fáa hjálp.

Vit umrøða eisini kanning og grein um harðskap í Føroyum, sum staðfestir, at tølini í Føroyum líkjast tølunum í Norðurlondum, men at Føroyar liggja høgt í harðskapi í nærsambondum.

Kvinnuhúsið og lektari vísa á, at vit hava eina tøgnmentan, sum kann hava við sær skuggatøl. Tí tað kann gera tað torførari at siga frá í einum so slítlum samfelagi, tí ein óttast sosialar avleiðingar.

Malan á Dunga og Regin Marnersson eru vikukjararar.

 

1742707

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815

Meira um sama evni