Stýrir sjálvt pengunum

Stýrir sjálvt pengunum
Politiið í Føroyum avger sjálvt, hvussu tað brúkar pengarnar, sum tað fær, bara tað er innan fyri fíggjarligu karmarnar, tað fær
Politistøðin í Havn.
 
14.05.2025 - 06:41

Politiið í Føroyum avger sjálvt, hvussu tað brúkar pengarnar, sum tað fær, bara tað er innan fyri fíggjarligu karmarnar, tað fær.

Tað er sama grundregla, sum er galdandi fyri øll løgregludømi í ríkinum.

Tað sigur danski løgmálaráðharrin í svari til Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu.

Hon spurdi um ætlanina við politinum í Føroyum, nú fleiri fíggjarlig og netborin, online, brotsverk eru, men manningin er tann sama. 

Løgmálaráðharrin sigur eisini, at politiið í Føroyum heldur, at tað hevur tær resursir, sum eru neyðugar fyri at gera tað arbeiði, sum tí er álagt.

Játtanarkarmarnir hjá politinum og ákæruvaldinum vera ásettur í fleirára politiskum semjum.

Fleiri fólk

Vænandi fara 176 fólk at arbeiða hjá politinum í Føroyum nú í 2025.

Tey vóru 171 í fjør.

Í 2019 vóru tey 159.

115 politistar eru í ár. Teir vóru 107 í 2019.

Játtanin til politiið er 130,7 mió. kr. í ár.

Hon var 107,8 mió. kr. í 2019.

Men jattanarkarmurin kann broytast fýra ferðir um árið, so talið fyri 2025 er ikki endaligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia: Motormani
203726