Dømdir fyri at gera rúsevni í Norðdepli

Dømdir fyri at gera rúsevni í Norðdepli
Annar maðurin fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, og hin fekk treytaða revsing í hálvt ár
Maðurin, sum fekk treytaða fongulsrevsing, tók við dóminum. Hin bað um umhugsunartíð, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.
 
05.11.2026 - 08:57

Ein 37 ára gamal maður fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, og ein 43 ára gamal fekk seks mánaðir  treytaða revsing í Føroya rætti í gjár.

Báðir eru dømdir fyri at gera átta litrar av GHB, eisini kallað G og fantasy, í einum verkstaði í Norðdepli.

Tann yngri er eisini dømdur fyri at ætla at gera tvey kilo av amfetamini.

Teir eru báðir dømdir fyri at hótta ein mann og fyri ólógligan tvingsil.

Annar teirra, tann yngri, segði, at hann var ikki bangin fyri at brúka høglbyrsu, sum lá í bili teiira.

Hetta var alt í 2020.

 

Nokta seg sekar

Dømdu menninir eru danir. Teir játta at hava gjørt 200 millilitrar av DHB.

Men annars nokta teir seg sekar.

Annar maðurin, hann sum fekk seks mánaðir, tók við dóminum.

Hin bað um tíð at hugsa seg um. Hann kann skjóta dómin inn fyri Landsrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890