Foytar greyðir eru eitt hitt í Íslandi

Um KVFTíðindi
Foytar greyðir eru eitt hitt í Íslandi
Íslendingar eru púra vekk í matsendingini "Færeyskar krásir"
Vatnhamar, Stenberg og Sólstein eru sera fegnir um góðu móttøkuna í Íslandi.
Mynd: Jónfinn Stenberg.  
 
14-05-2025

Matsendingin hjá Tróndi Vatnhamar, Jónfinni Stenberg og Kára Sólstein er ”skemmtilega ruglað” og ”bestu matreiðsluþættir sem ég séð”. Soleiðis skriva íslendingar um matsendingina Foytar greyðir – ella Færeyskar krásir – sum frændir okkara kalla hana.

Íslendska kringvarpið RÚV hevur víst partarnar fleiri ferðir, og tá ið RÚV frætti, at har var ein nýggjur partur av Foytum greyðum og ein jólapartur, tey ikki høvdu sent, vóru tey skjót at takka ja til sendingarnar. Nú fara tey at týða partarnar og senda teir í heyst. 

- Eg eri troyttur av at fáa spurningin, um eg kendi hasar báðar stuttligu kokkarnar í Færeyskum krásum, segði Jógvan Hansen, føroyskur sangari í Íslandi,  í skemti við Trónd Vatnhamar í Vikuskiftissendingini. - Eg vil eisini sleppa at gera føroyskan mat saman við tykkum og ikki minst eisini sleppa at eta hann!, legði hann brosandi afturat.


Fyrr í ár ringdi ein føroyingur til Kára Sólstein og segði, at hann hevði verið úti á Lundey, Lundaoynni, og har varð hann steðgaður av fyristøðumanninum, sum gav honum nakrar lundabringur og bað hann geva færeysku kokkunum tær at matgera. Manningin á Foytum greyðum takkaði fyri. 

Vatnhamar, Stenberg og Sólstein eru sera fegnir um góðu móttøkuna og vóna, at íslendingar fara at njóta nýggju partarnar av Foytum í RÚV seinni í ár. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493

Um kvf css