Kvinnur meira eftirløn enn menn

14.11.2013 - 13:49
InnlendisSamfelag
Kvinnur meira eftirløn enn menn
Kvinnur liva longri enn menn, og tí eiga kvinnur at fáa meira í eftirløn, heldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

Munur er á, hvussu nógv ein mannligur lærari og ein kvinnuligur fær í eftirløn um mánan. Og tað er ikki rætt.

Tað heldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, Maria V. Hansen.

Hon skrivar í lesararbrævi í skúlablaðnum, at ein mannligur lærari í núverandi skipan fær væl meiri útgoldið í eftirløn, altso í lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og sama áramál.

 

Kvinnur liva longri

Hetta kemst av, at kvinnur liva longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri. Tí fær ein kvinnuligur lærari minni útgoldið um mánaðan í eftirløn enn ein mannligur lærari.

Maria V. Hansen heldur, at allir lærarar sjálvsagt eiga at fáa tað sama, og at munur ikki eigur at gerast á kynunum. Tí eiga kvinnur at fáa meira í eftirløn enn menn.

Sambært Mariu V. Hansen fer Lærarafelagið fer at samráðast við eftirlønarveitaran hjá felagnum um møguliga at gera broytingar í mánaðarliga útgjaldinum til kvinnur, so bæði kynini fáa somu upphædd um mánaðin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424