Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir
321 fólk eru fulltíðararbeiðsleys
Sambært tølum hjá ALS eru 89 kvinnur arbeiðsleysar í dag og 169 menn.
Mynd: Hagstovan  
 
30.05.2025 - 10:49

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir í Føroyum.

Sambært tølum hjá ALS eru 89 kvinnur arbeiðsleysar í dag og 169 menn.

Arbeiðsloysið í apríl var eitt prosent, skrivar Hagstovan.

Hjá kvinnum er talið 0,8 prosent og hjá monnum 1,2 prosent.

321 fólk eru fulltíðararbeiðsleys.

Fulltíðararbeiðsleys eru fólk, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin. 

Eru tvey fólk arbeiðsleys hálvan mánað hvørt, telja bæði sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

Hagstovan hevur tøl um arbeiðsloysi frá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum.

 

 

Arbeiðsloysið størst hjá 25-34 ára gomlum

Størst er arbeiðsloysið hjá teimum 25 til 34 ára gomlu og minst hjá teimum 45 til 54 ára gomlu.

Størsta arbeiðsloysið, 2,6 prosent, er í Suðuroynni, tað minsta, 0,4 prosent, er í Sandoynni.

Tað er 0,7 prosent í Eysturoynni og í Norðoyggjum.  

Tey flestu, 37,9 prosent, hava verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar.

11,4 prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025