VIKUKJAKIÐ: Veljarakanningin nervar ikki góðveðrið

VIKUKJAKIÐ: Veljarakanningin nervar ikki góðveðrið
 
31.05.2025 - 11:32

Sjáldsama gott veður hevur verið í fleiri vikur, og hóast eitt lítið ódnarveður rakti oyggjarnar aftaná, so er tað gloymt, tá sólin aftur kagar fram. Tí valdu vikukjakararnar Nina Brockie og Marnar Fríðheim Kristiansen vikuorðini veður og ælabogaveður.

Hesa vikuna hevur ein nýggj veljarakanning verið á breddanum - og við henni stóru málini suðuroyartunnil og pensiónsaldur og hvat samgongan kann gera fyri at venda gongdini. Tí var vikuorðið(ni) hjá Sámal Matras brotin vallyftir.  

Vikukjakararnir hugleiða um at META ætlar at brúka upplýsingar á Facebook til at menna sín egna vitlíkispall, at landið ætlar at brúka Hoydalar til Tjóðsavn, og tey kjakast um nýggju veljarakanningina sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo, atgongumerkjasøluna til EM í Oslo, og lagaligari lán til ung.

 

Lurtið eftir vikukjakinum her

1746461


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115