Trump: 50 prosent toll á útlendskt stál

Trump: 50 prosent toll á útlendskt stál
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at tvífalda tollin á útlendskum stáli frá 25 til 50 prosent
Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix  
 
31.05.2025 - 12:45

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at tvífalda tollin á útlendskum stáli frá 25 til 50 prosent.

Tað boðaði hann frá í nátt føroyska tíð, tá hann helt veljarafund í stálverkinum Mon Valley Works-Irvin Plant í býnum West Mifflin í statinum Pennslyvania.

- Vit hækka tollin á innfluttum stáli til USA frá 25 prosentum til 50 prosent. Tað fer at tryggja stálídnaðin í USA enn meira. Eingin kann smoyggja sær undan tí, segði Trump millum annað.

Tollhækkanin skal koma í gildi um fýra dagar. 

Sambært amerikanska handilsmálaráðnum innflutti USA í fjør stál og jarn fyri 31,3 milliardir dollarar, sum svarar til 205 milliardir í okkara pengum.

Kanada er størsti veitari við einum útflutningsvirði upp á 7,6 milliardir dollarar.

Sambært AP-tíðindastovuni eru prísirnir á stálvørum hækkaðir við 16 prosentum, síðani Trump tók við sum forseti í januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610