Arbeiðsgevarar skulu krevja útlendingar eftir revsiváttan

Arbeiðsgevarar skulu krevja útlendingar eftir revsiváttan
Arbeiðsgevarar og ikki Útlendingastovan eiga at krevja revsiváttan frá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða
Tað fer at tarna arbeiðinum hjá Útlendingastovuni, skal hon eisini krevja revsiváttan, sigur landsstýrismaðurin í útlendingamálum.+yris
 
03.06.2025 - 06:36

Arbeiðsgevarar og ikki Útlendingastovan eiga at krevja revsiváttan frá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða.

Tað er, um krav verður um slíka váttan.

Tað er ikki avgjørt enn, men spurningurin verður viðgjørdur.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismann, um revsiváttan.

Landsstýrismaðurin svarar, at Útlendingastovan mælir til, at arbeiðsgevarar krevja revsiváttan.

Skal Útlendingastovan krevja revsiváttanir, fer tað at seinka málsviðgerðina hjá Útlendingastovuni alt ov nógv, tí revsiváttanir skulu tá váttast hjá viðkomandi útlendskum myndugleikum.

Løgmálaráðið hevur eisini spurt Udlændinge- og Integrationsministeriet. 

Tað hevur boðað frá, at tað heldur ikki, at tað er í stríð við ásetingarnar í føroysku útlendingalógini, at ásett verður í løgtingslóg, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at eftir summarfrítíðina verður gjørt lógaruppskot við krøvum til arbeiðsgevarar, millum annað krav um revsiváttan, tryggingar og málførleika.

Arbeiðið at gera nýggja útlendingalóg fyri Føroyar er í gongd og verður væntandi liðugt komandi summar, sigur landsstýrismaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040