Pelagos skal hava nýggjan stjóra

Pelagos skal hava nýggjan stjóra
Søkt verður eftir stjóra til uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði
Pelagos í Fuglafirði kom í 2014.
 
03.06.2025 - 06:46

Søkt verður eftir stjóra til uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði.

Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri, síðani Pelagos kom í 2014.

Nýggi stjórin skal byrja 1. august.

Freistin at søkja stjórastarvið er til 1. juli.

75 fólk arbeiða hjá Pelagos.

Framleiðsluorkan er 900 tons um samdøgrið.

Umsetningurin er ein milliard krónur um árið.

Framherji, Palli hjá Marionnu, Havsbrún og Enni eiga Pelagos.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595