Georgia - Føroyar: Blanda kortini í Tblisi

Georgia - Føroyar: Blanda kortini í Tblisi
Venjarin fær møguleikan at blanda kortini av nýggjum, tá manslandsliðið í fótbólti spælir venjingardyst ímóti Georgia í Tblisi seinnapartin
Føroyska liðið til venjing á Dinamo Arena í georgiska høvuðsstanum, Tblisi
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
05.06.2025 - 11:01

Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein fær kjansin at blanda kortini av nýggjum, tá Georgia tekur ímóti Føroyum í venjingardysti í Tblisi seinnapartin.

Onkur av yngru spælarunum fara at fáa møguleikan, og taktiskt er ætlanin at royna okkurt nýtt.

 - Vit kunnu rokna við, at onkur spælari, sum hevur havt stóran leiklut, ikki fær so stóran leiklut ímóti Georgia, og vit kunnu rokna við, at onkur, sum ikki hevur havt stóran leiklut seinnu árini, fær størri leiklut í dystinum ímóti Georgia, sigur Eyðun Klakstein við FSF Varpið.

 - Men í útgangsstøði koma vit at kenna liðið aftur frá undanfarnu dystunum, og at hetta er góð fyrireiking til HM undankappingardystin móti Gibraltar.

 

Fyrireiking til lykladyst

Føroyska landsliðið setti kós ímóti Georgia mánadagin, og í morgin gongur leiðin heimaftur, har fyrireikingarnar til dystin ímóti Gibraltar halda fram. Júst tann dysturin kann sigast at vera lykladysturin hjá Føroyum í hesi undankappingini, og verður samstundis fyrsti heimadysturin við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen á síðulinjuni.

 - Tá koma vit í støðuna, har vit rokna okkum sjálvar sum favorittar at vinna og ætla at vinna dystin. So vit gleða okkum til eitt gott kvøld á Tórsvølli, og vit vóna, at nógv fólk fara at stuðla okkum og hyggja, so vit fáa eina góða løtu saman 2. hvítusunnukvøld, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. 

Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður spældur á Dinamo Arena í georgiska høvuðsstanum, Tblisi. Talan er um eitt risastórt stadion, ið hevur pláss fyri umleið 54.000 áskoðarum.

Kringvarp Føroya vísir dystin í sjónvarpinum klokkan 16.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791