Fúl skomm: Tá Føroyar taptu venjingardyst fyri Gibraltar

Fúl skomm: Tá Føroyar taptu venjingardyst fyri Gibraltar
2011: Føroyska manslandsliðið í fótbólti fekk av at vita, tá venjingardystur ímóti Gibraltar í oysandi regni endaði við eyðmýkjandi 3-0 tapi
07.06.2025 - 07:42

"Fúl skomm!" og "Eyðmýking í oysandi regni".

Tað vóru orðini, sum føroyska manslandsliðið fekk omanyvir seg eftir 3-0 tap í venjingardysti ímóti Gibraltar í 2011.

Gibraltar, sum var endað sum nummar 9 á Oyggjaleikunum tvey ár frammanundan, stríddist við at sleppa upp í part hjá UEFA, og bjóðaði av á tjóðleikvøllinum á lítlu hálvoynni syðst í Spania.

Hjá Føroyum var dysturin partur av venjingarlegu í Malaga, ið skuldi fyrireika føroyingarnar til komandi EM-undankapping, men í áarførinum riggaði lítið, og Gibraltar skeyt trý ósvarað mál eftir steðgin.

"Einasta føroyska troystin er, at katastrofala úrslitið ikki sæst aftur á nøkrum styrkislista. Vit sluppu at kenna spanska rørið á Gibraltar. Aftaná altjóða royndir gjøgnum 23 ár, eigur og skal verða ein munur til okkara fyrimun, annars kann alt gera tað sama," skrivaði Ivan Eginson fyri Miðlahúsið.

Nakrar dagar eftir var kjak um venjingardystindystin millum Una Holm Johannesen, sum tá var ítróttaskrivari hjá Miðlahúsinum, og Róin Schrøter, sum var varaforseti í Fótbóltssambandinum. Sí bæði samandrátt av dystinum og kjakið omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329