Árni: Tiki-taka eftir útjavnadi málið

Árni: Tiki-taka eftir útjavnadi málið
Árni Frederiksberg gjørdi ikki mætari enn at javna fyri Føroyar við beinleiðis hornasparki, tá eyðmýkjandi ósigur annars hómaðist á heimavølli ímóti Gibraltar
10.06.2025 - 00:03

Ferð eftir ferð hevði Árni Frederiksberg skotið vandamikil hornaspørk innfyri, men verjuspælararnir og málverjin hjá Gibraltar ruddaðu ein bólt fyri og annan burtur.

Heilt til 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Vongurin legði bóltin til rættis, og so eydnaðist. Bólturin fór hart í einum boga upp um málverjan og inn við handaru stong. So var javnleikur 1-1, og Føroyar kundu fara eftir sigursmálinum við øllum.

 - Vit føla, at vit eru betri enn teir. Vit skapa støðurnar, og vit mangla bara tað allarseinasta hepni, og og so blívur tað tungt. So hatta kann forloysa tað, og so síggja vit, at vit byrja at spæla sum einglar ta síðstu løtuna. Tað er tiki-taka uttanfyri brotstegin, cutback til Patrik, sum var eitt fantastiskt mál. So tað var gott, at hatta kundi geva monnum eitt sindur meir yvirskot í teimum avgerandi støðunum, segði Árni Frederiksberg.

Tað var uppiborið, tá Patrik Johannesen avgjørdi til 2-1 undir Skansanum fimm minuttir fyri leiklok.

 - Teir hava nakrar spælarar, sum kunnu nakað "på egen hånd", men sum heild haldi eg, at vit hava eitt væl betri lið, men málið til 1-0 ger kanska, at vit stressa eitt lítið sindur for nógv, og eru eitt lítið sindur for óróligir við bóltinum, segði Árni Frederiksberg.

SÍ EISINI: MÁLINI: Árni og Patrik ornaðu paragraffirnar eftir steðgin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297