Drotningin fann betri vinir á Glyvrum

bannari
Drotningin fann betri vinir á Glyvrum
Í sambandi við vitjanina hjá kongshjúnunum, so vitjað Mary drotning í Glyvra skúla, har greitt varð frá um átakið Betri vinir
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.06.2025 - 16:59

Seinnapartin fóru kongshjúnini hvørt til sítt. 

Fríðrikur kongur fór at vitja umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD í Hoyvík, har greitt varð frá um URD. Kongur hitti eisini fólk, sum eru til endurvenjing.

 

Samstundis vitjaði Drotningin Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

 

Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment.

Tilfarið tekur støði í avstralsku skránni Better Buddies og byggir á verandi gransking innan økið.

 

Kanningar hava víst at børn fáa gagn av, at starvsfólk nýta Betri Vinir tilfarið, og at førleikar sum empati, sjálvregulering og samstarv vórðu mentir

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028