Føroya Keypssamtøka: 5,4 mió kr í halli

Føroya Keypssamtøka: 5,4 mió kr í halli
- Tað er tó ein framgongd í mun til undanfarin ár, tá hallið hevur verið størri, sigur Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari í Føroya Keypssamtøku.
 
11.06.2025 - 18:55

Føroya Keypssamtøka hevði 5,4 mió kr í halli í 2024. - Tað er tó ein framgongd í mun til undanfarin ár, tá hallið hevur verið størri, so tað gongur tann rætta vegin, sigur Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari í Føroya Keypssamtøku. Á aðalfundinum hjá Føroya Keypssamtøku í mai, vísti ársroknskapurin eitt hall uppá 5,4 mió kr. Tað er ikki fyrsta árið við halli; gongdin hevur verið so tey seinastu árini og orsøkirnar eru m.a. inflatión og ein kostnaðarmikil KT skipan, sum tey hava skift út. Hóast tað er eitt hall á 5,4 mió kr, er talan um framgongd, tí í 2023 var hallið ein tveysifrað milliónupphædd, sum nú er komin niður á 5,4 mió. Eitt av átøkunum, tey hava gjørt fyri at venda gongdini, er at umskipa samtakið. 

 

 

1748306

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327