Fordøma Ísrael eftir álop á Iran

Fordøma Ísrael eftir álop á Iran
Ísrael hevur lopið á fleiri iranskar býir, og eitt kjarnorkuverk er eisini rakt
Fimm fólk lótu lív og 20 vóru særd í álopi á eitt bústaðarøki í iranska høvuðsstaðnum Teheran
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.06.2025 - 08:21

Lond í Miðeystri fordøma ísraelsku álopini á Iran í nátt. 

Jordan sigur, at álopini hótta trygdina í økinum. 

Katar sigur, at hetta er greitt brot á sjálvræði og trygd í Iran.

Og Sameindu arabisku emiratini stúra fyri avleiðingunum fyri alt Miðeystur.

 

Lupu á fleiri býir og kjarnorkuverk

Tað var um eitt-tíðina í nátt okkara tíð, at Ísrael leyp fleiri býir í Iran.

Fimm fólk lótu lív og 20 vóru særd í álopi á eitt bústaðarøki í iranska høvuðsstaðnum Teheran, skriva iranskir miðlar.

Kjarnorkuverkið Natanz er eisini rakt, og seks iranskir kjarnorkugranskarar hava latið lív. 

Kannað verður, um geislavirkni kemur frá verkinum.

Fleiri iranskir generalar hava eisini latið lív.

Korrespondenturin hjá New York Times, Farnaz Fassihi, sigur, at týdningarmikli samráðingarmaðurin í sambandi við kjarnorkuavtalu við USA, Ali Shamkhani, lá eisini eftirá í einum av álopunum, sum rakti húsini hjá honum.

Shamkhani stóð á odda fyri samráðingunum við USA. 

 

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Netanyahu væl nøgdur

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er nøgdur við álopini.

- Fyrsta aldan av álopum á Iran eydnaðist sera væl, sigur Netanyahu. 

- Vit hava framt fleiri væleydnað byrjunarálop, og við Guds hjálp fara vit at náa nógv meira, sigur Netanyahu.

Fyrr í nátt segði hann, at álopið var tað fyrsta av fleiri, og at álopini kunnu halda fram í fleiri dagar.

 

IAEA váttar álopið

Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur í nátt váttað, at kjarnorkuverkið Natanz í Iran er rakt í ísraelsku álopunum.

- Vit hava samband við iranskar myndugleikar um geislavirkni á staðnum. Vit hava eisini samband við eftirlitsfólk okkara í Iran, sigur altjóða kjarnorkustovnurin.

Iranskir miðlar hava í nátt skrivað, at einki geislavirkni er á staðnum eftir álopið. 

Tað er tó ógreitt, hvørjar kanningar longu eru gjørdar, skrivar NTB.

 

 

António Guterres, ST-aðalskrivari. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Guterres fordømir

ST-aðalskrivarin, António Guterres, fordømir herdu støðuna í Miðeystri, og hann er serliga stúrin um ísraelska álopið á kjarnorkuverkið, samstundis sum Iran og USA hava samrøður um iransku kjarnorkuæltanina.

Iran og USA skulu eftir ætlan hittast aftur sunnudagin í omanska høvuðsstaðnum Muskat.

Iran hevur svarað álopunum aftur við at senda 200 dronur avstað móti Ísrael. 

Ísraelski herurin roynir at skjóta dronurnar niður


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418