- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lillian: - Ein av bestu avgerðunum, eg havi tikið!
Tað var ongantíð ætlanin hjá Lillian Dalsgaard at gerast ferðaleiðari. Eftir at hon var liðug við HF, arbeiddi hon nógv og ætlaði sær niður á háskúla at fyrireika seg til upptøkuroyndina á journalistútbúgvingini. Ferðaseðilin var keyptur, og íbúðin stóð klár. Í mars, ein mánað áðrenn hon skuldi byrja á háskúlanum, fekk hon kortini eitt nýtt hugskot. Palle Højsholt, sum eigur størsta skandinaviska ferðaleiðaraskúlan Service og Co., helt ein fyrilestur í Miðlahúsinum um útbúgvingina sum ferðaleiðari, og brádliga vóru íbúð og lesnaður í Keypmannahavn ikki eins spennandi.
- Eftir at hava hugsað meg um í einar fimm dagar og tosað við familju, vinir og arbeiðsgevara, tók eg eina av mínum spontanu avgerðum og valdi at fylgja kensluni, eg hevði í búkinum. Eg fór avstað, og hetta er ein av bestu avgerðunum, eg havi tikið!, greiðir Lillian frá. Hon er í løtuni stødd á Kap Verde, sum er ein oyggjaflokkur uttanfyri Vesturafrika.
Ferðaleiðaraskúlin hjá Service og Co. er einasta góðkenda skandinaviska ferðaleiðaraútbúgvingin, og liggur hann í Spania. Útbúgvingin tekur fimm vikur, og skal ein til seks próvtøkur. Útbúgvingin er fyrst og fremst praktisk, og næmingarnir eru úr øllum Norðanlondunum.
- Skúlin er so nógv annað enn bara tað fakliga. Tú verður allatíð avbjóðaður, og ein veit ongantíð, hvat hvør dagur hevur at bjóða. Vit fingu eitt skema, men har stóð ongantíð í smálutum, hvat var á skránni, einans stikkorð, og so kundi ein gita seg til rest. Hóast eg havi gingið í skúla í 12 ár, haldi eg ikki, at eg nakrantíð havi lært so nógv viðkomandi ting uppá fimm vikur.
Nógv eru um boðið at gerast ferðaleiðarar, og tá ein er óroyndur, hevur mann lítla og onga ávirkan á, hvar mann endar. Lillian fekk kortini starv hjá felagnum, sum hon ynskti at starvast hjá, og var send til griksku oynna Rhodos at arbeiða. Hóast hon var spent og eitt sindur fjálturstungin, áðrenn hon fór avstað, gekk alt væl, og hon treivst beinanvegin.
- Tað at starvast uttanlands er ein stór avbjóðing í sær sjálvum. Tingini fungera ikki altíð á sama hátt, sum mann er vanur við. Málið og mentanin hava eisini við sær, at tú ert noyddur til at laga teg eftir umstøðunum og normunum, har tú ert. Arbeiðið sum ferðaleiðari er ikki bara eitt starv, men ein liviháttur, og hetta ger eisini, at mann av sonnum kemur at kenna sínar starvsfelagar. Øll eru burtur frá sínum nærmastu og í ókendum umstøðum. Tínir starvsfelagar gerast tí eisini tíni bestu vinfólk og á ein hátt eisini ein lítil familja, ið hjálpir og stuðlar hvør øðrum, greiðir Lillian frá.
Hon starvaðist á Rhodos í eitt hálvt ár – ella í eina sesong, sum tey í ferðavinnuni kalla tað – og búði mitt í býnum á sólríku oynni. Tá ið ein er ferðaleiðari, rindar felagið fyri bústaðin. Mann fær altíð kamar fyri seg sjálvan, meðan hinar umstøðurnar eru ymiskar á hvørjum ferðamáli.
Tað snýr seg kortini ikki bara um sól og hvítar strendur, tá ein er ferðaleiðari. Mann arbeiðir seks dagar um vikuna, og tað er onki, sum eitur vikuskifti ella heilidagar. Arbeiðsdagarnir eru í minsta lagi átta tímar, og er flogferðslan seinkað, er veðrið ringt ella hendir eitt óhapp, kunnu teir lættliga gerast longri.
- Eg minnist væl fyrstu ferðina, eg bleiv ringd upp á miðjari nátt, tí eitt ferðafólk hevði fingið hjartastopp. Eisini minnist eg, tá tveir gestir høvdu barst, drukkið, tikið rúsevni og fullkomiliga oyðilagt eitt hotelkamar. Eg gloymi tó heldur ikki tá, vit fingu feedback frá gestunum, og mítt navn var nevnt fleiri ferðir. Tað er júst hetta, sum er motiverandi. Tú veitst, at tú hevur ein umráðandi leiklut, tá fleiri túsund fólk njóta nakrar av mest umráðandi døgunum um árið, sigur Lillian.
Hon fegnast í løtuni um nýggja gerandisdagin á Kap Verde, hóast tey ikki eru eins framkomin har og á Rhodos. Longu fyrsta morgunin, tá ið hon skuldi fara í brús, var onki vatn eftir á oynni. Allar vørurnar á oynni eru innfluttar, og tað er ikki óvanligt, at handilshillarnar viðhvørt eru hálvtómar, um skipini eru seinkað. Fólkini eru tó sera blíð og fyrikomandi og duga at fáa so nógv, sum til ber, burturúr øllum, greiðir Lillian frá.
- Spurningin, hvussu leingi eg ætli mær at halda fram sum ferðaleiðari, fái eg ofta, og eisini viðmerkingar sum “Nú ert tú 23 ár, nú mást tú finna útav, hvat tú ætlar tær. Tú mást fara at lesa, Lillian”. Eg havi bara hug at spyrja hví? Er tað tað tí ØLL gera tað? Tað er simpulthen for keðiligt at spilla sítt lív uppá at liva eftir tí, sum øll hini halda er rætt, sigur Lillian bersøgin og leggur afturat, at hon ætlar sær á skúlabonk aftur, tá ið ferðahugurin er mettaður. Nær tað so verður.
Spurd, um hon hevur nakað ráð til onnur ung, sum umhugsa at gerast ferðaleiðarar, svarar hon einfalt: Ger tað!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |