Biður um undangóðkenning fyri løgtingið

Biður um undangóðkenning fyri løgtingið
Tey, sum vilja umvæla løgtingið, hava nú møguleikan at bjóða seg fram
Tá glaspláturnar fóru at detta av bygninginum vóru allar tiknar niður.
 
01.07.2025 - 08:41

Tey, sum vilja umvæla løgtingið, hava nú møguleikan at bjóða seg fram.

Landsverk hevur boðið út undangóðkenning til at umvæla umsitingarbygningin hjá løgtinginum.

Talan er um stóra umvæling á klædningin og klimaskermin.

Klædningurin er í ringum standi og má umvælast og skiftast. 

Klædningurin er lutvíst listaverk, og verður tað endurskapt í nýggju loysnini, sigur Landsverk.

Endamálið er skjótast gjørligt at fáa bygningin umvældan.

Freistin at bjóða seg fram er 17. juli.

Og tann dagin vera tilboðini eisini latin upp.

Undangóðkendar fyritøkur vera kunngjørdar 29. august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541