Kravgonga til frama fyri sivila fólkið í Gasa

Kravgonga til frama fyri sivila fólkið í Gasa
Klokkan hálvgum fimm í dag skipaði Amnesty Føroyar fyri kravgongu til frama fyri sivila fólkið í Gasa
Mynd frá kravgonguni hjá Amnesty Føroyar.
Mynd: Birita Matras Petersen.  
 
03.07.2025 - 18:47

Seinnapartin í dag skipaði Amnesty Føroyar fyri kravgongu til frama fyri sivila fólkið í Gasa.

Heitt var á landsstýrið um at røkja sínar altjóða skyldur um at gera sítt fyri at steðga fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum, sigur Amnesty í tíðindaskrivi.

Kravgongan byrjaði við Gundadalshøllina í Havn, har tað síðani varð gingið út í Tinganes og til endans til Speaker's Corner í miðbýnum.

Har hildu Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger røðu, Elin Brimheim Heinesen og Kári Sverrisson spældu nøkur løg, og Marjun Syderbø Kjælnes og Elin Brimheim Heinesen lósu yrkingar.

Amnesty heitti á fólk um at fara í okkurt reytt fyri at vísa, at vit draga eina felags linju um, at vit langt síðani eru farin um reyða markið. 

Birita Matras Petersen, tíðindafólk í Kringvarpinum, tók hesar myndirnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815